* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russland noktar at útflýggja trý smærri herskip til Ukraina, sum Russland tók við valdi í vikuskiftinum.

Russland noktar at útflýggja skip til Ukraina

Trýstið frá vesturheiminum á Russland um at útflýggja tey trý herskipini hjá Ukraina, sum russar løgdu hald á í vikuskiftinum, er sum at sletta vatn á gás.

 

Russland hevur ongar ætlanir at lata Ukraina herskipini aftur, sum landið hertók í vikuskiftinum. Hetta, hóast trýstið og krøvini frá vesturheiminum hevur verið stórt.

 

Teirra millum, sum hava fordømt russiska ágangin móti Ukraina, er ES, Bretland, Frakland, Póland, Danmark, USA og Kanada.

 

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, hevur boðað frá, at hóast Ukraina ikki er limur í Nato, so stuðlar Nato teimum í hesum málinum.

 

Russar halda uppá, at tey trý ukrainsku herskipini ólógliga komu inn í russiskt øki, men í Ukraina verður sagt, at tey í góðari tíð boðaðu russum frá, at tey bara ætlaðu út í Azov-havið.

 

Kelda: gCaptain