* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Russland tilreiðar at skjóta eftir skipum í russiskum sjógvi

Ein framstandandi russiskur hernaðarembætismaður í avdúkar nú, at Russland er tilreiðar at skjóta, um fremmand herskip sigla inn í russiskt sjóøki.

 

Bara fáar dagar eftir at Russland helt uppá, at tey høvdu elt ein amerikanskan kavbát í Kyrrahavinum, sigur ein framstandandi russiskur hernaðarembætismaður, at Russland er tilreiðar at skjóti eftir herskipum, sum ólógliga eru stødd í russiskum sjóøki.

 

- Ein og hvør avgerð av hesum slagnum verður kortini tikin á hægsta stigi, segði Stanislav Gadzhimagomedov, varðaleiðari í herleiðsluni við russisku tíðindastovuna, Interfax.

 

Tað skrivar gCaptain.

 

Orsøkin til spentu støðuna millum Russland og USA eru hernaðarligu framtøkini hjá Russlandi kring Ukraina.

 

Kelda: gCaptain / Søfart