* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Russland umhugsar arktiskt byngjureiðarí

Russland hevur bundið milliardir í at menna Landnyrðingsleiðina sum eina framtíðar farleið millum Evropa og Fjarðeystur. Nú umhugsa russisku myndugleikarnir at stovna eitt alment rikið reiðarí, sum skal standa fyri flutninginum av bingjum gjøgnum arktiskar havleiðir.

 

Meðan heimsins størstu reiðarí eitt fyri og annað eftir vísa aftur at nýta Landnyrðingsleiðina, tí tey vilja verja umhvørvið á Norðurpólsleiðunum, vísir Russland aftur at sleppa hesi farleiðini. Beint øvugt vil Russland stovna eitt reiðarí til hesa farleiðina burturav.

 

Tað er russiski hugsunarbankin, Skolkovo, sum stendur aftanfyri ætlanina við einum almennum russiskum bingjureiðaríi.

 

- Státurin rindar fyri at seta Arktis á breddan, og avskipararnir rinda restina av kostnaðinum, sigur Alexander Krutikov, sum er vararáðharri fyri russiskari menning í Fjareystri og Arktis. Hann sigur, at tað verður bíligari enn at nýta Landnyrðingsleiðina ella Suez-veitina.

 

Sambært vararáðharranum kunnu feederskip sigla úr evropiskum havnum ella úr havnum í Fjareystri til Murmansk í Barentshavinum ella Kamchatka í landnyrðingspartinum av Russlandi. Har kunnu lastirnar flytast yvir í skip hjá russiska bingjureiðarínum, sum tekur ábyrgdina av flutninginum í arktiskum havøki norðanfyri Russland.

 

Krutikov heldur, at almenna bingjureiðaríið má arbeiða saman við altjóða shippingfeløgum í minsta lagi 10 ár, áðrenn farleiðin fer at bera seg fíggjarliga.

 

Kelda: Spash/Maritime Danmark