* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein stórur partur av innanlandssiglingini í Russlandi fer fram á áum og veitum.

Russland umhugsar at útseta svávulkrøv

Russiski orkumálaráðharrin, Alexander Novak, óttast, at krøvini hjá IMO um bert at loyva brennievni við lágum svávulinnihaldi frá ársskiftinum, fer at oyðileggja innanlands skipaferðsluna. Ein stórur partur av hesum flotanum siglir í russiskum áum og veitum.

 

Bæði India og Indonesia eru komin við somu hugsanum, men tey hava kortini ikki slept málinum enn.

 

Russiski orkumálaráðharrin leggur kortini dent á, at ein møgulig útseting bara verður galdandi í russiskum sjóøki og ikki sigling í altjóða sjógvi.

 

Líknandi undantøk verða í løtuni eisini umhugsað í Kasakstan, Kirgistan, Hvítarusslandi og Armenia.

 

Russland er í dag ein av heimsins størstu tungolju-framleiðarum, og sostatt hevði ein útseting verið vinningur hjá russiskum oljureinsiverkum.

 

Kelda: Maritime Danmark