
Eftir at Russland fyrst noktaði fyri at standa handan eitt rakettálop á havnina í Odessa fríggjadagin, viðgongur russiska uttanríkisráðið í dag, at tað var Russland, sum sendi rakettirnar móti Odessa.
Álopið kom bara nakrar fáar tímar eftir, at Russland og Ukraina høvdu skrivað undir eina avtalu, sum skal veita trygga ferðslu av korni úr havnini í Odessa.
Sambært russiska uttanríkisráðnum var álopið vent móti einum ukrainskum herskipi og einari goymslu av Harpoon-rakettum.
Eingi av hesum málum vórðu kortini rakt.
Ukraina tulkar álopið sum eitt dømi um, at tað ikki ber til at líta á avtalur, sum eru gjørdar við Russland.
Kelda: Maritimedanmark
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=dLnIkHTP80c]
Russiskt álop á ukrainska havnabýin, Odessa.