* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Rustaðir skrubbarar kunnu gerast nýggjur handil

Eftir at nýggju reglurnar um svávulútlát koma í gildi, kunnu framleiðarar og skipasmiðjur rokna við einum nýggjum slag av handli: Rustaðir skrubbarar. Alt fleiri dømi um umvæling av rustaðum skrubbarum koma fyri ein dag, og myndugleikar og tryggingarfeløg hava lagt hetta til merkis.

 

Belgiska felagið, Hydrex, sum er serútgjørt at fremja undirsjóvar-umvælingar, boðar frá einum dømi fyri og øðrum eftir um, hvussu eitt vaksandi tal av tærdum og rustaðum skrubbararørum er endað við lekum í t.d. maskinrúmum.

 

Í nøkrum førum hevur Hydrex sæð tærd rør bara 6 mánaðir eftir, at skrubbararnir eru settir í skipið.

 

Eisini norska, P&I Club Gard, hevur sæð dømi um gjøgnumrustaðar ísetingar, sum eru endaðar við lekum í maskinrúm, last ella barlasttangum.

 

Maritime and Port Authority (MPA) í Singapor hevur júst sent út umfatandi ráð um viðlíkahald av skrubbarum. Teir vístu m.a. til sjónbandaupptøkurnar aðrastaðni á hesi síðuna fyri at vísa, hvussu galið tað kann ganga, um skrubbarin ikki er settur rætt í, er í vánaligari góðsku ella ikki verður hildin viðlíka eftir forskriftunum.

 

Kelda: Splash


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=6P9zzryE6jw]
Skrubbari oyðileggur maskinrúm.