* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Vánaligar stabilitetsleiðbeiningar, yvirísing og ringt veður var orsøkin til, at Scandies Rose sakk nýggjársaftan í 2019.

Um kvøldið nýggjársaftan í 2019 koppaði og sakk amerikanski fiskibáturin, Scandies Rose, brádliga, og fimm mans fórust.

 

130 føtur stóri báturin sakk 31. desember 2019 einar 2,5 fjórðingar sunnanfyri Sutwik Island í Alaska á veg úr Kodiak í Beringhavið at fiska tosk. Reiðskapurin vóur rúsur. U.S. Coast Guard bjargaði tveimum av manningini, hinir fimm komu ongantíð afturíaftur.

 

Sambært NTSB, sum hevur kannað vanlukkuna, vóru millum 6 og 15 tummar av ísi lagstir omaná skipið, og nógvur vindur var eisini, áðrenn skipið holvdist. Kanningarstovnurin vísir á, at aftrat hesum var dekkið fult av rúsum í fleiri hæddum, og alt hetta hevur órógva stabilitetin á krabbabátinum.

 

Kanningarnar vísa, at hóast manningin sigldi og handlaði sambært stabilitetsleiðbeiningunum, so var veruleikin tann, at júst stabilitetsleiðbeiningarnar vóru óneyvar, og tað gjørdi altso eisini sítt til, at skipið koppaði og sakk.

 

Á einum almennum fundi týsdagin í farnu viku varð víst á, at óneyvu stabilitetsleiðbeiningarnar, yvirísing og vánaligt veður vóru orsøkin til vanlukkuna, sum altso kostaði fimm sjómonnum lívið.

 

Frágreiðingin er rúgvismikil, heilar 4.500 síður av faktuellari kunning, samrøðum, myndum og øðrum tilfari.

 

Kelda: gCaptain