* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Rystad Energy væntar røð av húsagangum í 2020

Ein blandingur av koronavirus - og oljutvídráttum millum Saudiarabia og Russland fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri oljuídnaðin í 2020, metir ein greinari.

 

Ein oljuprísur, sum er farin niður í nærum helvt síðan á nýggjárinum fer at hava nei-ligar avleiðingar á oljuídnaðin longu í ár, væntar Audun Martinsen, leiðari fyri oljutænastugreining hjá norska greiningarhúsinum, Rystad Energy.

 

“Eg trúgvi ikki, at øll eru greið yvir, hvussu ljótt tað kann koma at síggja út,” sigur greinarin í einari samrøðu við norska blaðið Dagens Næringsliv.

 

Við ársskiftið var oljuprísurin á einum fati 54 dollarar. Mikunáttina var hann undir 29 dollarar fyri fatið. Sambært greinaranum er orsøkin til fallið í oljuprísinum koronavirusið og oljukreppan millum Saudiarabia og Russland. Og hetta kann fáa prísin at falla uppaftur meira.

 

Tískil metir Audun Martinsen, at fleiri húsagangir fara at gerast veruleiki longu í 2020.

 

“Tað fara at koma broytingar, umskipanir, og vit fara at síggja rættiliga nógvar húsagangir,” sigur Audun Martinsen. 

 

Greinarin sær fyri sær tveir møguleikar í prísinum. Ein góðan og ein ringan møguleika: Annaðhvørt kemur prísurin fyri fatið upp í 40 dollarar fyri tunnuna í miðal, ella fer hann at liggja á 30 dollarum fyri tunnuna í miðal.

 

Kelda: Shippinawatch