* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Saknaðir sjóhermenn funnir deyðir

Teir sjey amerikonsku sjóhermenninir, ið vóru saknaðir leygarmorgunin, eftir at amerikanski oyðarin USS Fitzgerald leygarnáttina rendi saman við eitt filippinskt bingjuskip út fyri japonsku strondini, eru fundir deyðir umborð á krígsskipinum.

Teir deyðu vórðu funnir av kavarum, ið komu fram á teir í einum rúmi, ið fyltist við sjógvi, tá filippinska bingjuskipið rakti oyðaran. Líkini eru nú flutt til eyðmerkingar á amerikonsku flotaherstøðini í Yokosuka, ið er heimstaður hjá  7. Amerikanska Flotanum.

Amerikanskir og japanskir myndugleikar eru nú í ferð við at kanna orsøkina til samanstoytin, sum umframt teir 7 dripnu løstaði tríggjar aðrar sjóhermenn – teirra millum skiparan á oyðaranum.

Kelda: CNN/maritimedanmark.dk