* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Salt og væta kann elva til eld í ravmagnsriknum skipum

Ravlaðsframleiðarin, Corvus, fer at økja trygdina í ravløðum aftan á frágreiðing um ravlaðseldin í ferðafólkaskipinum ‘Brim’.

 

Tað var í mars mánaða í fjør, at eldur kom í ravløðini á lítlu el-riknu ferðafólkaferjuni ‘Brim’ í Oslofjørðinum í Noregi. Hetta eru eldar, sum kunnu vera truplir at sløkkja, tí sløkkiliðsfólk eru ikki von at sløkkja ravlaðseldar, tí tað framvegis er nýtt við eldum í ravlaðsriknum skipum og bátum.

 

Søfart skrivar, at tað vísir seg, at maritimar ravlaðsskipanir kunnu vera álvarsliga løstaðar og verða vandamiklar, um skipanirnar ikki eru vardar móti salti og fukti. Og júst fuktur og salt er eingin mangulvøra til sjós.

 

Aftan á fyribils vanlukkufrágreiðingina um ‘Brim’, hevur norska Sjóvinnustýrið hildið eyguni við 20-30 skipum, sum hava líknandi feil, og sum altso kann vera orsøk til ravlaðseldar.

 

Fleiri skip hava fingið álagt at umvæla ravlaðsrúmið. Corvus Dolphin-ravløð kunnu vera sett í eitt ravlaðsrúm, sum kann elvva til jørðfeil og í ringasta føri til eitt sonevnt “termiskt runaway” í ravlaðssellunum.

 

- Sjálv ravlaðsskipanin skal eisini umvælast, siga myndugleikarnir.

 

Forstjórin í Corvus, Geir Bjørkeli, heldur uppá, at høvuðstrupulleikin er sjálvt ravlaðsrúmið og ikki ravløðini.

 

Men nú fer Corvus at arbeiða við at tyggja ravløð og ravlaðsskipanirnar betur.

 

Kelda: Søfart/tu.no