* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Samanlegging innan fylgisveinasamskifti

Danski ESL bólkurin, ið bjóðar fylgisveinasamskifti til alheims skipaferðsluna, leggur saman við enska NSSL Global, ið er ein tænastuveitari innan fylgisveinasamskifti. Kundarnir fáa harvið atgongd til breiðari tilboð av loysnum, tøkniligum kapasiteti v.m.

”Fíggjarligu fyrimunirnir eru týðiligir, men henda samanleggingin er av meiri strategiskum slag, tí hon gevur NSSL Global bólkinum ta tyngd, landafrøðiligu vídd og operationellu styrki, ið skal til fyri at stimbra vøksturin innan vinnuliga maritima marknaðin”, sigur Sally-Anne Ray, núverandi stjóri í NSSL Global. 

ESL Global hevur serkunnleika í integratión av serloysnum til vinnuliga skipaferðslu og frálandaídnaðin. Samanleggingin gevur báðum fyritøkum møguleika at fáa synergi við at brúka serfrøðina og royndirnar hjá hvør øðrum. Kundarnir fáa boðið eina økta alheims tænastu umframt eitt breiðari vøru- og tænastutilboð. 

NSSL Global fær gagn av øktu hjáveruni umvegis deildirnar hjá ESL í Týsklandi, Danmark og Póllandi, og ESL fær eitt breitt alheims grundarlag gjøgnum deildirnar hjá NSSL Global í Stórabretlandi, New Orleans og Singapore. 

Fyritøkurnar fara saman at hava ein ætlaðan árligan umsetning upp á 90 miljónir evrur við 150 starvsfólkum. Sum lið í samanleggingini eru Henrik Christensen, núverandi stjóri í ESL, og Nikolaj Hvegholm, núverandi COO í ESL, komnir uppí nevndartoymið. 

Kelda: ESL