* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Seglbáturin verður sleipaður til Skagen. (Mynd: Skagen redningsstation)

Samanstoytur norðanfyri Skagen

Eitt farmaskip og eitt seglbátur rendu í nátt saman norðanfyri Skagen. Tað upplýsir danska Verjan.

 

- Vit fingu eina fráboðan kl. O2.20 í nátt, at eitt farmaskip og ein størri seglbátur høvdu stoytt saman einar 20 fjórðingar í ein útnyrðing úr Skagen. Talan er um eitt farmaskip, sum hevur stoytt saman við ein seglbát, upplýsir vakthavandi yvirmaður á “Forsvarets Operationscenter”, Klaus Thing Rasmussen, fyri DR-tíðindum.

 

Hann greiðir frá, at bjargingarlið varð sent úr Skagen at bjarga fólkunum á seglbátinum, og nú er báturin sleipaður inn til Skagen.

 

Onki verður sagt um, hvørt tey fimm umborð á seglbátinum hava fingið nakran skaða av samanstoytinum. Hinvegin er greitt, at seglbáturin hevur fingið ein ógvusligan stoyt, og masturin er brotin.

 

Tað var manningin á farmaskipinum, sum sendi boð eftir hjálp.

 

Danmarks Radio skrivar á heimasíðuni, at samanstoyturin hendi á markinum til norskt sjóøki, so málið er latið Sjóferðslustýrinum

 

Kelda: DR og Maritime Danmark