* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Talið á sjórænaraálopum í Guineavíkini er nógv økt seinastu tíðina.

Danski verjumálaráharrin, Trine Bramsen, fer at seta seg í samband við onnur lond í Evropa fyri at byggja upp eina samgongu, sum skal handfara hóttanirnar móti skipaferðsluni í Guineavíkini. Tað hendir eftir áheitan frá Donskum Reiðaríum – og eftir álopið á eitt skip hjá danska reiðarínum, Torm, í farnu viku.

 

Talið á sjórænaraálopum í Guineavíkini er nógv økt seinastu tíðina og roknað verður við, at tann gongdin heldur fram. Bara hesa seinastu vikuna hava sjórænarar lopið á seks skip, og eitt teirra var tangaskipið, Torm Alexandra.

 

Stjórin í Donskum Reiðaríum, Anne Steffenen, hevur á einum fundi við verjumálaráðharran gjørt greitt, at vinnan stúrir fyri gongdini í Guineavíkini.

 

- Vit eru rættiliga stúrin. Guineavíkin hevur ment seg til ein miðdegpil fyri sjórænaravirksemi, tá tað snýr seg um fólkarán. Hóttanin móti sjófólki verður veruligari fyri hvønn dag, sum gongur, sigur Anne Steffensen.

 

Sjórænararnir, sum tóku seg umborð á Torm Alexandra, rýmdu av skipinum aftur, tá eitt italskt herskip nærkaðist, og manningin hevði læst seg inni í trygdarrúminum umborð.

 

Men tað skal meira til, heldur Anne Steffensen.

 

- Umframt at menna átøkini úr Nigeria og øðrum londum í økinum, er neyðugt við einum samtaki av sjálvbodnum, sum vilja vera til staðar, vónandi við hermegi, í økinum, heldur stjórin  í Donskum Reiðaríum.

 

Kelda: TradeWinds / Maritimedanmark