* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Samgongan vorðin samd um fiskivinnuna

Samgongutingfólkini og Sonja Jógvansdóttir hava gjørt semju um uppskotið um fiskivinnunýskipan.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við heimasíðuna in.fo.

Og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, váttar fyri Útvarpinum, at so er.

Tað gera onnur í samgonguni eisini, men øll vísa til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Høgni Hoydal er á veg av landinum, so samband fæst ikki við hann í løtuni.

Sum skilst, er semjan undirskrivað beint eftir døgurða í dag. Tað gjørdu tey, sum samráddust um hana í dag. 

Kelda: kvf.fo