* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Samráðingarleiðarin, Bárður á Steig Nielsen, er bjartskygdur.

Samgongusamráðingar í allan gjár

Og samráðingarnar verða tiknar uppaftur í dag.

 

Í allan gjár sótu umboð fyri Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin við samráðingarborðið. Tingfólk vórðu býtt sundur í bólkar, sum síðan fóru at arbeiða við ymiskum málum. Bólkarnir savnaðust so seinni saman við floksformonnunum at leggja møgulig uppskot fram.

 

Ein bólkur arbeiddi við orku- og umhvørvismálum, ein annar við almannamálum og ein triði við fiskivinnuni.

 

Teir tríggir floksformenninir arbeiddu við skattamálum, samhaldsfasta og fíggjarmálum og/ella fíggjarpolitikki.

 

Seinnapartin um fimmtíðina góvust tey við samgonguarbeiðinum, og fólk fóru til landsdyst millum Føroyar og Svøríki.

 

Samráðingarleiðarin, Bárður á Steig Nielsen, lat væl at arbeiðinum í gjár, og hann hevur vónir um, at samgongan er komin á mál innanfyri tíðarfreistina, sum løgtingsformaðurin hevur sett, nevniliga  áðrenn 14. september.