* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Samherji 730 milliónir í vinningi

Íslendska stórfyritøkan Samherji forvann 730 milliónir føroyskar krónur í 2012. Framherji P/F er partur av íslendska samtakinum.

Samherji hevur í dag almannakunngjørt ársroknskapin fyri 2012. Talan er um fyrsta roknskap felagsins, síðani felagið bleiv sundurskilt í tveir partar. Ein íslendskan part og ein part uttanfyri Ísland.

Samtakið rakk einum ársúrslitið á 98 milliónir evrur, svarandi til 730 milliónir føroyskar krónur, í 2012 í mun til 408 milliónir krónur í 2011 - ein øking á 79%. Umsetningurin hjá samtakinum rundaði 4 milliardir krónur í 2012. Felagið rindaði 153 milliónir í partafelagsskatti og veiðugjøld fyri kvotur til íslendska ríkiskassan í 2012.

Í dag starvast yvir 700 íslendingar hjá Samherja, men 55% av inntøkum felagsins eru frá dóttirfyritøkunum í 10 øðrum londum, m.a. Føroyum, Namibia og Spania.

Við íslendskar fjølmiðlar sigur Tórstein Már Baldvinsson, fórstjóri í Samherja, at góða úrtøkan er skapt við góðu starvsfólkum felagsins og røttu virkisætlanini. Tað er serliga fiskiveiðan í Barentshavinum - har føroyska Framherji eigur sín part - sum hevur gingið væl í 2012. 

Kelda: torsportal.fo