* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Samhugaátak í svenskum havnum

Alt góðs til og frá Risavika Terminalinum í Tananger uttanfyri Stavanger í Norra verður frá sunnudegnum rakt av einum svenskum samhugaátaki. Harvið breiðir tað, sum fyri einum hálvum ári síðani byrjaði sum ein lokal norsk arbeiðsósemja, seg nú fyri fyrstu ferð um landamørkini.

Ósemjan snýr seg um, at Risavika Terminalurin sýtir fyri at gera sáttmála við havnararbeiðararnar og ístaðin hevur givið loyvi til, at manningarnar á skipunum í stóran mun sjálvar kunnu standa fyri lossing og lasting av góðsinum.

Sum ein mótleik hava norsku havnararbeiðararnir síðani 1. november í fjør niðurlagt arbeiðið í og blokerað Risavika Terminalin.

Onki beinleiðis samband er millum Risavika-terminalin og havnir í Svøríki.

Kelda: Sjöfartstidningen