* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Á middegi í dag skal samráðingarleiðarin, Bárður á Steig Nielsen, boða tingformanninum frá, um Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eru tilreiðar at skipa nýggja samgongu.

Samráðingarleiðarin skal hitta tingformannin í dag

Í dag á middegi skal samráðingarleiðarin, Bárður á Steig Nielsen, hitta løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu. Tá skal Bárður á Steig Nielsen boða tingformanninum frá, um Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eru tilreiðar at skipa samgongu.

 

Samráðingarnar um nýggja samgongu hava gingið væl higartil, sambært samráðingarleiðaranum, formanninum í Sambandsflokkinum, Bárði á Steig Nielsen.

 

Við Kringvarpið mánakvøldið segði hann, at partarnir fóru at arbeiða til einaferð seint í gjárkvøldið, og hann væntaði, at seinasta hond varð løgd á sjálvt samgonguskjalið fyrrapartin í dag.

 

Tí klokkan 12.00 í dag er freistin, sum tingformaðurin setti samgonguleiðaranum at koma við einari endaligari niðurstøðu, hvørt Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skipa samgongu ella ikki.