* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av bingjuskipunum hjá Samskip.

GoodFuels skal lata grønt brennievni til ætlanirnar hjá Samskipum at minka CO2-útlátið.

 

Samskip skerpar nú skyldur sínar til burðardygt biobrennievni í shortsea shipping-arbeiðnum, og metir, at felagið kann røkka CO2-sparingar upp á 45.000 tons aftrat longu í hesum árinum.

 

Hesa ætlanina kemur felagið til, eftir at samskip hevur gjørt avtalu við biobrennifelagið GoodFuels, um at veita grønt marinubrenni til bingjuskip hjá Samskipum sum ‘Endavour’, ‘Innovator’, ‘Háfell’ og ‘Skatafell’.

 

Royndin verður tryggjað við nýtslu av MDF1-100 biobrennievni frá GoodFuels, sum minkar CO2-útlátið við 90 prosentum.

 

Samskip hevur sum mál (Net Zero) í 2040, og felagið er longu í samráðingum um ein veitingarsáttmála við GoodFuels.

 

Kelda: Søfart