* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kvitbjørn hjá Nor Lines.

Samskip yvirtekur virksemið hjá Nor Lines

Tað í Hollandi skrásetta skipafelagið Samskip hevur gjørt avtalu við norsku DSD-fyritøkuna um at keypa virksemið hjá Nor Lines, sum umfatar fimm sokallaði multi-purpose skip. Avtalan fevnir sambært Samskip um 128 miljónir USD í árligum umsetningi.

”Yvirtøkan av Nor Lines er ein stórur møguleiki hjá Samskip. Hetta er ein natúrlig men týdningarmikil víðkan av okkara shipping- og logistikkvirksemi í Norra, sum fer at víðka okkara kundatilboð upp aftur meira”, sigur Samskip.

DSD váttar, at Nor Lines fer at varðveita kvintettuna, men Samskip skal reka tey fimm skipini sambært tíðarleigu. 

Avtalan kemur minni enn fýra mánaðir eftir, at norsku kappingarmyndugleikarnir noktaðu at góðtaka eina avtalu við íslendska Eimskip um at yvirtaka Nor Lines. Samskip, sum ætlar at varðveita merkið hjá Nor Lines í Norra, yvirtekur eisini havnarvirksemi hjá norsku fyritøkuni um alt Norra umframt goymslu- og flutningstænastur.

”Vit halda, at Samskip verður eitt gott heim hjá Nor Lines, og ein góð loysn fyri okkara meðarbeiðarar og kundar”, sigur DSD.

Kelda: TradeWinds