* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Samstarv ímóti gróðuri í frálandsvinnuni

Eitt nýtt slóðbrótandi samstarv sameinar frálandsvind og olju/gass um eina felags avbjóðing við gróðuri á myllum og pallum. Offshoreenergy.dk er við í eini nýggjari verkætlan um gróður á frálandsinstallatiónum - marine growth – saman við Maersk Oil og Siemens Gamesa.

”Marine growth er ein vælkendur trupulleiki í frálandsvinnuni og nakað, vit øll - óansæð vinnu - eru rakt av. Verkætlanin røkkur út til undirveitarar, sum veita tekniskar loysnir til báðar vinnunar”, sigur Jesper Møller Head of Offshore Concepts & Solutions í Siemens Gamesa Renewable Energy A/S.

Ole Hansen, Asset Manager í Maersk Oil Denmark A/S og Jesper Møller, Head of Offshore Concepts & Solutions íSiemens Gamesa Renewable Energy A/S, hava saman sett seg á odda fyri eini verkætlan, ið skal loysa avbjóðingarnar við gróðuri á frálandsinstallatiónum.

Maersk Oil, Siemens Gamesa og fleiri undirveitarar og serfrøðingar í frálandsvinnuni hava nú saman við nýhugsanarnetverkinum Offshoreenergy.dk sett eina felags menningarverkætlan saman til tess at loysa avbjóðingarnar við gróðuri. 

28.000 arbeiðspláss eru í donsku frálandsvinnuni, helvt um helt í olju/gass og varandi orku. Hetta skapar møguleika fyri einum jøvnum, tvørgangandi samstarvi, sum er ein einastandandi donsk styrkistøða.

”Danski frálandsídnaðurin hevur grundleggjandi eitt og sama DNA, og einstøku vinnurnar hava framvegis nógv til felags. Helvtin av limafyritøkum okkara arbeiðir tildømis við bæði vindi og olju/gass”, sigur Glenda Napier, stjóri í Offshoreenergy.dk.

Kelda: Offshoreenergy.dk