* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Viking Lady er eitt av veitingarskipunum hjá norska, Eidesvaag.

Aker BP og Eidesvik eru farin inn í eitt nýtt samstarv. Endamálið við samstarvinum er at menna eitt nýtt skip við lítlum útláti, eitt sonevnt lágútlátskip.

 

“Hetta er eitt ógvuliga áhugavert og spennandi samstarv, sum horvir móti framtíðini,” sigur Eidesvik-stjórin, Jan Fredrik Meling, um nýggju tøkniligu verkætlanina hjá Eidesvik og Aker BP. Endamálið er at minka útlátini frá fleiri núverandi veitingarskipum við í minsta lagi 70 prosentum.

 

Aker BP hevur saman við samtsarvsfeløgum sínum, Eidesvvik, Solstad Offshore og Simon Møkster Shipping, avgjørt at seta ravløð (battaríir) í trý av veitingarskipunum, sum felagið hevur langtíðarleigað. Eitt teirra er Viking Lady hjá Eidesvik.

 

Haraftrat ger Eidesvik íløgur í eina samsvarandi ravlaðsuppstiging av Viking Prince, sum eisini siglir fyri Aker BP. Hetta merkir, at 11 av 12 skipum hjá Eidesvik fara at vera blendingsskip (hybridskip) í 2022.

 

Nú styrkja Eidesvik og Aker BP so grøna samstarvið upp aftur meira. Tey hava stovnað felagið, Retrofit, sum skal meta um ymiskar loysnir við tí endamáli, at fleiri veitingarskip skulu broytast til lágútlátskip við at nýta nýggja veðurlags- og umhvørvistøkni.

 

Kelda: Maritimt.com