* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sanchi størsta tangaskipavanlukka síðani 1991

 

136.000 tons av lættolju hevði iranska tangaskipið Sanchi í lastini, tá skipið í síðstu viku rak úr eysturkinesiska havinum inn í japanska havið og sakk eftir eina spreinging. Hetta er ringasta tangaskipavanlukkan síðani 1991. Olja úr Sanchi hevur breitt seg um eitt havøki upp á 143 ferkilometrar.

Sambært japonsku vaktar- og bjargingartænastuni hevur oljan, ið er omanfyri vatnskorpuna, breitt seg um eitt øki, sum er 13 ferðir 11 kilometrar. Umráðið minkar tó, so hvørt sum tað eydnast patrúljubátum at byrgja oljuna inni. Eldurin á havinum er slóknaður.

Síðsta váttaða positiónin hjá Sanchi var umleið 315 km vestan fyri Sokkozaki á oynni Amami Oshima. Útlátið verður mett at vera tað størsta frá einum tangaskipi, síðani ABT Summer misti 260.000 tons út fyri Angola í 1991.

Brennandi NITC-tangaskipið Sanchi sakk út fyri Kina eina viku eftir at tað stoytti saman við eitt CoscoCS-farmaskip. Allir 32 menninir, ið vóru við skipinum, doyðu. Tað eydnaðist bert at finna trý av líkunum.



Kelda: TradeWinds