* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ikki er greitt, hví Vitin fór á land í Norra í nátt. Mynd: Lars Peter Østrem

Farmaskipið Vitin togað leyst aftur

Føroyska farmaskipið Vitin, sum í nátt fór á land við Tonnes í Lurøy í Norra, er nú togað av aftur og á veg suðureftir.

Tá full flóð var klokkan gott trý seinnapartin, eydnaðist sleipibátinum Boa Brage at toga føroyska farmaskipið Vitan úr Fuglafirði leyst aftur, eftir at tað í nátt var farið á land á Tonnes um fýra-tíðina í nátt við fiskamjøli í lastini.

Skiparin á Boa Brage sigur, at teir nú fylgja skipinum suðureftir. Ætlanin er at leggja skipið á Holmen, so sjóvinnumyndugleikarnir kunnu gera eina gjøllari kanning, áðrenn Vitin møguliga fær loyvi at fara víðari.

Hvørki manning ella skip fingu skaða, skrivar Helgelands Blad.

Tó er hol á einum lítlum barlasttanga har frammi á skipinum, men lekin er ikki so álvarsamur, at vandi er á ferð.

Løgreglan, norska sjóvinnustýrið og skaðanevndin fyri sjóferðslu hava fingið fráboðan um hendingina.

Kelda: Helgelands Blad