* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Normand Flipper.

Sáttmálar til fýra Solstad-skip

Solstad Offshore hevur gjørt sáttmálar og sáttmálaleingingar fyri fleiri av veitingarskipum sínum.

Sáttmálarnir, sum allir hava gildi frá mai og juni í ár, vara tilsamans í umleið 500 dagar og umfata veitingarskipini Normand Flipper, Normand Aurora, Normand Skude og Normand Naley.

Partarnir vilja ikki út við, hvat sáttmálarnir bera í sær í krónum og oyrum, upplýsir Solstad Offshore í eini fráboðan til keypskálan í Oslo.

Kelda: maritime.no