* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sáttmálarnir streyma inn til nýtt bátasnið innan aling

FSV Group og Sletta-Skipasmiðjan hava gjørt sáttmála um eitt nýtt 27 metrar langt farma- og tænastuskip. Skipið er sama slag sum NB 183, sum sáttmáli varð gjørdur um í september 2019.

 

Skipið, sum er serliga ment og framleitt til farma-, sleipi- og tænastuuppgávur í alingini, hevur FSV Group og Solstrand Trading staðið fyri.

 

Við nýggja skipasniðinum er stórur dentur lagdur á meira kapasitet og at taka í nýtslu nýggja og framkomna útgerð, framkomnar skipanir og loysnir at tryggja effektivitet umborð.

 

Nýggja skipasniðið varð teknað í Molde í 2011.

 

Felagið hevur vónir um stóran vøkstur av flotanum, sum í dag inniheldur 11 skip og ein lektara. Skipini hava ymiskar uppgávur – til dømis arbeiða tey við sleiping, farmi, sum hjálparskip til innstallasjónir av ymsum slag, til eftirlitsuppgávur innan aling, og sum ROV-skip til kavara- og kikarauppgávur.

 

FSV Group, sum var stovna í Molde í 2011, hevur sum mál at vera millum tey fremstu á marknaðinum innan tænastufør – serliga í tungum arbeiðsuppgávum.

 

Kelda: Skipsrevyen