* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Scandinavian Star: Tryggingarsvik var ongantíð kannað

Møguleikin, hvørt talan var um tryggingarsvik, tá eldur kom í Scandinavian Star á sinni, og 159 fólk lótu lív, varð ongantíð kannaður, hvørki í Danmark ella Noregi.

 

Nakað bendir á, at málið um hendingina, tá eldur kom í Scandinavian Star í 1990, av álvara verður tikið framaftur.

 

Danska blaðið Søfart skrivar, at Stuðulsfelagi fyri yvirlivandi og avvarðandi hevur kært viðgerðina hjá donsku løgregluni av málinum um Scandinavian Star til Statsadvokatin, og Danski Fólkaflokkurin hevur sett fram fyrispurning um málið á Fólkatingi.

 

Kæran til Statsadvokatin er send, eftir at norskir myndugleikar hava váttað, at møguleikin fyri tryggingarsviki ongantíð var kannaður í málinum.

 

Stuðulsfelagið fyri yvirlivandi og avvarðandi eftir eldin á Scandinavian Star meldaðu í 2018 eina røð av fólkum til løgregluna, eftir at nýggir upplýsingar vóru komnir fram í málinum.

 

Tað var hin 7. apríl í 1990, at eldur kom í Scandinavian Star, og 159 fólk doyðu.

 

Kelda: Søfart