* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Scandlines hevur gjørt sáttmála við týrkisku skipasmiðjuna, Cemre, um at smíða eina útlátsfría farmaferju til farðleiðina Rødby-Puttgarden. Ferjan fer at hava ein kapasitet upp á 66 farmaeindir, og tað er ein øking upp á 23 prosent.

 

Við einari framkomutíð upp á ein tíma kann ferjan sigla uttan útlát. Men hon kann eisini sigla sum blendingsskip/hybridskip, sum vit longu nú kenna tað frá farðleiðunum hjá Scandline millum Danmark og Týskland.

 

Sum blendingsferja verður framkomutíðin 45 minuttir. Ferjan kann tískil eisini setast inn sum eykaferja, um ein av hinum ferjunum fer í dokk.

 

Eins og á ferjunum Gedser-Rosttock fer at bera til at flyta lastbilar á ovasta og niðasta dekkinum. Men tað merkir, at umbyggingar skulu gerast bæði í Rødby og í Puttgarden.

 

- Við økta kapasitetinum verða vit før fyri at lúka vaksandi krøvini hjá farmakundum okkara. Bara í 2021 er talið av farmaeindum hækkað við 12 prosentum, sigur Carsten Nørland, CEO í Scandlines.

 

Nýggja farmaferjan verður 147,4 metrar long, 25,4 metrar breið.

 

Kelda: Maritimedanmark