
Scorpio ger stórar íløgur í skrubbarar til turrlast og tangabátar
Bæði Scorpio Bulkers og Scorpio Tankers hava gjørt
sáttmála um skrubbarar til ein stóran part av flotanum. Tað boða reiðaríini frá
til keypsskálan í dag.
Scorpio Bulkers
fer at seta skrubbarar í 28 av skipunum. 18 skip fáa skrubbarar í 2019 og
restin fær skrubbarar í 2020.
Samlaða íløgan
fyri skrubbararnar er uppá 42,4 mió. dollarar.
Scorpio Tankers
fer at seta skrubbarar í ikki færri enn 42 skip í 2019 og 10 skip í 2020. Tað
fer at kosta reiðarínum 79,6 mió. dollarar. Samstundis arbeiðir reiðaríið við
ætlanum um at seta skrubbarar í 10 skip aftrat.
Fyri bæði
reiðaríini er talan um 146 skip, sum møguliga fáa skrubbarar.
Hóast skrubbarar
verða loysnin hjá hjá einum stórum parti av flotanum hjá teimum báðum
reiðaríunum, so heldur stjórin í Scorpio, Robert Bugbee, ikki at skipanirnar
eru nøkur loysn í longdini.
- Vit síggja ikki
skrubbarar sum eina loysn í longdini. Vit vænta tøkniligar broytingar um nøkur
ár, kanska um trý til fimm ár, tí skrubbarar dálka hóast alt, sigur altso
stjórin í Scorpio, Robert Bugbee.
Kelda:
Shippingwatch