* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fyrst selur Scorpio Tankers fimm skip, og síðan leigar felagið tey aftur fyri at fáa betri gjaldføri.

Scorpio Tankers selur skip og leigar tey aftur

Reiðaríið selur fimm tangaskip fyri at betra um gjaldførið, men fær skipini aftur beinanvegin við leigusáttmála.

 

Tað er Robert Bugbee, sum eigur Scorpio Tanker. At felagið leigar skipini aftur fer at betra gjaldførið við 42 milliónum US-dollarum, aftaná at hava goldið skuld, sum felagið er afturút við.

 

Tey fimm skipini verða leigað fyri átta ár. Fyri hvønn sáttmála hevur Scorpio Tankers gjørt sáttmála um forkeypsrætt.

 

Sáttmálarnir verða gjørdir eftir at roknskapurin varð kunngjørdur seinast í apríl. Tá varð sagt, at reiðaríið hevði tryggjað sær gjaldføri fyri í alt 334 milliónir dollarar. Seldu skipini verða so leigað innaftur í flotan.

 

Felagið, sum er á keypsskálanum í New York, hevði eitt hall fyrsta ársfjórðing í ár uppá 31,7 milliónir dollarar. Somu tíð í fjør hevði felagið eitt hall uppá 11,5 milliónir dollarar.

 

Kelda: Shippingwatch