* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Seinasta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av í dag

Í dag, fríggjadagin 7. juni kl. 18.00 verður alment hátíðarhald í samband við, at seinasta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av.

Hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har møguleiki verður at fylgja við á stórskíggja, tá seinasta skotið verður latið av. Skotið verður latið av 5.274 metrar inn í Eysturoyartunlinum, hvítanes-megin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, so í staðin er tiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi.

Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, nú jarðfrøðiligi váðin í verkætlanin er burtur, tá tunnilin er liðugt sprongdur og arbeiðið við at gera tunnilin er komið so væl áleiðis.

Skráin fyri hátíðarhaldið er henda:

  1. Bergur Poulsen nevndarformaður fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.
  2. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri heldur røðu.
  3. Niklas Foldbo, ein av í verksetarunum av Eysturoartunlinum heldur røðu.
  4. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri letur seinasta skot av í Eysturoyartunlinum.


Í samband við tiltakið verður tónleikur og bjóðað verður til ein drekkamunn.