* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Í einari samrøðu við egyptiska ríkissjónvarpið váttar stjórin fyri Suez-myndugleikarnar, at risastóra bingjuskipið, Ever Given, tíðliga í dag er fingið á flot aftur. Tað skriva millum annað CNN og BBC. Skipið hevur forðað fyri siglingini í Suezveitini í nærum eina viku, og í alt 367 skip hava ligið og bíðað eftir at sleppa at sigla ígjøgnum veitina.

 

- Bingjuskipið byrjaði at flóta aftur eftir at verða sleipað leyst, sigur Osama Rabie, stjóri hjá myndugleikunum í Suez í einari telefonsamrøðu við ríkissjónvarpið í Egyptalandi.

 

Tá skipið er togað heilt upp á pláss á flóðini tíðliga fyrrapartin í dag, skal tað til Bitter Lakes.

 

Mohab Mash, fyrrverandi stjóri fyri Suez-myndugleikarnar, sigur við CNN Arabic, at veitin aftur verður sum vanligt hjá skipum at sigla ígjøgnum seinni í dag.

 

Men tað fer at taka nakrar dagar, áðrenn bíðirøðin av teimum 367 skipunum er komin gjøgnum veitina. Vanliga sigla umleið 50 skip gjøgnum veitina um dagin. Tað merkir, at tað fer at taka nakrar dagar, áðrenn øll eru komin ígjøgnum.

 

Tað vóru 10 kraftarmiklir sleipibátar, sum í nátt megnaðu at toga Ever Given leysan aftur.

 

Kelda: Maritimedanmark / BBC / CNN



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=fdzxQpc9VuQ]
Ever Given flýtur nú aftur.