* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Seinastu orðini frá Bourbon Rhode: Sjógvurin veksur

Kroatisku miðlarnir, Dalmacija Danas, og Morski News Websites, hava fingið fatur á seinastu fylgisveinaboðunum, sum vórðu send frá horvna akkerskipinum, Bourbon Rhode, tímarnar áðrenn tað sakk í Lorenzo-ódnini í Atlantshavinum.

 

Fjúrtan fólk vóru við Bourbon Rhode, tá tað sakk 1.200 fjórðingar úr fyri Martinique. Tríggir av manningini vórðu bjargaðir á lívi úr einum bjargingarbáti, meðan hinir 11 av manningini ivaleyst eru druknaðir.

 

Seinastu boðini frá Bourbon Rhode eru frá einari útskrift av samskifti umvegis Marling, og sum eru send víðari til WhatsApp.

 

Hin 26. september kl. 8.58 skrivar skiparin, Dino Miskic:

“Sjógvur í maskinrúminum.”

 

Kl. 9.57:

“Ongin hevur fingið løstir, men maskinan er steðga, alt er “niðri”. Manningin er mynstrað og standby, men ikki gjørligt at nýta bjargingarbátin, ógvuslig alda upp í 10 metrar høg ella meira.”

 

Kl. 11.46:

“Aftari parturin av maskinrúminum er nú undir í sjógvi.”

 

Kl. 12.28:

“Sjógvurin veksur.”

 

Hetta vóru seinastu boðini. Dino Miskic, skipari, var ikki millum bjargaðu manningina.

 

Kelda: Maritime Danmark