* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Seinkað sjókort elva til politiskt rumbul

Enn er ikki greitt, nær Grønland fær nýggju talgildu sjókortini, sum Danmark lovaði at gera í 2009. Framleiðslan steðgaði, tá Geodatastyrelsen flutti til Aalborg. Og hetta harmar politikarar úr andstøðuni á Christiansborg, skrivar Politiken.

Síðani 2009 hevur Geodatastyrelsen gjørt 32 av 73 talgildum sjókortum yvir farvøtnini kring Grønland. Framleiðslan skuldi verða liðug í 2018, men so verður ikki. Framleiðslan er steðgað - og harvið noyðast skip, ið sigla í grønlendsku farvøtnunum, framvegis at brúka gomlu pappírssjókortini.

»Eg havi áður sagt, at hetta kann enda við at krevja mannalív, og tað haldi eg framvegis«, sigur Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur fyri grønlendska flokkin Inuit Ataqatigiit til Politiken.

Eindarlistin og Sosialdemokratarnir kalla sambært Politiken málið fyri rætt og slætt eina gølu. Teir báðir flokkarnir krevja eina frágreiðing frá veðurlags- og orkumálaráðharranum Lars Chr. Lilleholt, sum sambært blaðnum ikki veit, hvussu nógv framleiðslan av sjókortunum verður seinkað.

Bert eitt av teimum 15 starvsfólkunum, ið arbeiddu við at gera sjókortini, fylgdi við til Aalborgar, tá Geodatastyrelsen flutti hagar úr Keypmannahavn, og tí liggur arbeiðið lamið í løtuni.

Kelda: Politiken/maritimedanmark.dk