* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Aftaná nøkur sløk ár, er gongd við at koma á aftur í seismikkídnaðinum.

Seismikkrally á keypsskálanum: Nú byrjar at loysna

Samstundis sum oljuprísurin hækkar, er gongd komin á seismikkpartabrøvini. ABG-greinarin, John Olaisen, er rættiliga ja-ligur, men størsta seismikkfelagið á keypsskálanum í Oslo mælir til at taka tað róligt.

 

At oljuprísirnir hækka, eru eisini góð tíðindi hjá útvegarum til oljufeløgini, og eftir nøkur hørð ár eru betringar at hóma hjá feløgum, ið útvega seismikkdata til oljufeløgini.

 

Á marknaðinum hava íleggjarar gjørt vart við seg við at senda partabrævavirðið langt upp. Á keypsskálanum í Oslo hava fleiri seismikkfeløg gjørt eitt ordans lop í ár, ikki minst eftir at oljuprísurin er farin upp í 80 dollarar fyri tunnuna.

 

Seinastu tríggjar mánaðirnar er partabrævavirðið hækkað við upp ímóti 70 prosentum, meðan partaeigararnir í einum felag sum PGS hava sæð partabrævavirðið hækkað við 140 prosentum síðani á nýggjárinum.

 

Seismikkídnaðurin varð raktur, tá oljufeløgini av álvara fóru at spara, eftir at oljuprísirnir fullu nógv. Økið ber orð fyri at vera millum tey fyrstu, ið merkja avleiðingarnar, bæði tá tað gongur væl, og tá ið tað gongur illa.

 

- Framgongdin innan seismikkídnaðin byrjaði aftur í fjør, og vøksturin sær út at gerast uppaftur størri í ár, sigur John Olaisen, greinari hjá ABG Sundal Collier, við E24.

 

Kelda: E24