* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bretska frálandsfakfelagið Unite sigur í eini fráboðan, at seks viðlíkahaldsarbeiðarar hava verið fyri geislavirkni á Thistle boripallinum í Norðsjónum síðst í 2016. Teir seks arbeiddu við at beina rør burtur av gamla pallinum.

Menninir høvdu arbeitt í tólv tímar, tá teir fingu at vita, at teir høvdu verið fyri geislavirkni, og nú eru í vanda fyri at fáa krabbamein. Fakfelagið heldur uppá, at arbeiðsgevarin ikki hevði gjørt nógmikið til tess at forða fyri ella minka um skaðarnar.

Ein talskvinna fyri byggifyritøkuna EnQuest, ið stóð fyri arbeiðnum, váttar, at seks arbeiðarar vórðu raktir av geislavirkni úr tilfari á Thistle pallinum.

”Talan var um eina nøgd upp á minni enn eitt prosent av tí, ið skal fráboðast til Health and Safety Executive (HSE). Men EnQuest boðaði beinanvegin HSE frá hendingini, og síðani eru tiltøk sett í verk til tess at tryggja, at slíkt ikki hendir aftur”, sigur talskvinnan.

Sambært Unite hevur UK Health and Safety Executive ongar ætlanir um at kanna hendingina.

Kelda: Maritime Executive/maritimedanmark.dk