* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Seks nýggj skip til Maersk Tankers

Maersk Tankers hevur bílagt seks nýggj skip, sum skulu latast felagnum frá 2020. Marknaðurin í løtuni er góður, og tað er orsøkin til, at Maersk Tankers víðkar flotan við fleiri nýggjum skipum, boðar felagið frá.

 

Nevndin hevur júst samtykt at bíleggja seks LR2-nýbygningar. Hetta er partur av einum sáttmála, sum reiðaríið hevur við Dalian Shipyard í Kina um í alt tíggju skip, skrivar Shippingwatch.

 

Avgerðin er tikin, tí reiðaríið sær nógvar íløgumøguleikar í verandi marknaði við kappingarførum prísum upp á nýbygningar. Onki verður kortini sagt um, hvussu stór íløgan er.

 

Maersk Tankers hevur fingið nýggjar eigarar, eftir at Maersk-familjan, umvegis A.P. Møller Holding, í fjør keypti reiðaríið frá Maersk-samtakinum. Í avtaluni liggur, at Maersk Tankers gongur inn í eitt joint venture samstarv við japanska Mitsui.

 

Kelda: Shippingwatch