* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja krillskipið hjá Kjell Inge Røkke og felag hansara, BioMarine, Antarctic Endurance.

Selja krill fyri eina milliard

Aker BioMarine í Noregi selur krill og krillvørur fyri 1,3 milliardir norskar krónur á heimsmarknaðinum árliga.

 

- Krill er heimsins størsti biomassi og kvoturnar eru uppá 1 prosent, sigur samskiftisleiðarin í Aker BioMarine, Ingeborg Tennes. Tað er Kjell Inge Røkke, sum eigur BioMarin.

          

Nýggja krillskipið hjá Kjell Inga Røkke, Antarctic Endurance, varð doypt í Ålesund seinasta fríggjadag. Skipið hevur kostað umleið eina milliard norskar krónur, tað eru umleið 770 milliónir danskar krónur, og fer til Antarktis at fiska krill um ein mánaða. Frammanundan eigur BioMarine krillskipini, Saga Sea og Antarctric Sea.

 

- Vit vænta at fáa peningin innaftur næstu árini, sigur Tennes við Skipsrevyen.

 

Hon vísir á, at felagið í løtuni umsetur krill fyri 1,3 milliardir norskar krónur (1 mió. danskar krónur) um allan heim. Tey selja millum annað Superba, sum er eitt kostískoyti.

 

Kelda: Skipsrevyen