* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Semco skal halda norska flotan viðlíka

Norski parturin av Semco hevur vunnið eina útbjóðing at viðlíkahalda norskar fregattir og vaktarskip fyri 500 milliónir krónur.

 

Næstu fýra árini skal Semco taka sær av viðlíkahaldinum av skipum í norska flotanum og av norskum vaktarskipum.

 

Avtalan byggir á eina rammuavtalu millum Verjuna og Semco. Verjan fer at brúka nýggju avtaluna, tá tørvur er á eyka kapasiteti, ella tá tá ið viðlíkahaldsarbeiði ikki er fevnt av verandi rammuavtalu.

 

Virðið á nýggju avtaluni er 700 milliónir norskar krónur sum eru 514 milliónir danskar krónur, og avtalan gevur eisini møguleika fyri at leingja avtaluna við einum ári.

 

- Avtalan er ein styrki fyri skipasmiðjuna í Hanøytangen eins og fyri Semco Maritime sum heild, sigur Lars Jønholt Halvorsen, stjóri í Semco Maritime Norway.

 

Kelda: Søfart