* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Semingsroynd byrjar í dag

Í dag byrja semingsroyndirnar millum føroysku manningarfeløgini og Reiðarafelagið.

 

Semingsmenninir hava hava samband við partarnar einsæris, og har varð semja um at royna seming.

 

Kringvarpið skrivar á heimasíðu síni, at Semingsstovnurin hevur fingið tilfar frá pørtunum, og síðani hevur samskifti verið partanna millum.

 

- Samstundis útsettu semingsmenninir ein møguligan arbeiðssteðg frá á midnátt sunnukvøldið til á midnátt næsta sunnukvøld, skrivar Kringvarpið.

 

Annars slitnaðu samráðingarnar í farnu viku, og tá valdu partarnir at senda boð eftir semingsmonnunum báðum, Terja Sigurðsson og Sínuni Absalonsen.