* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Semjan verður undirskrivað.

Semja millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini

Semja millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini

 

Mikunáttina varð semdja gjørd millum Reiðarafelagið og Manningarfeløgini. Sáttmálin hevur gildi frá 1. apríl 2019 og kann sigast upp við freist uppá tveir mánaðir.

 

TÍÐINDASKRIV

 

Stutt eftir midnátt legði semingsstovnurin eitt nýtt semingsuppskot fram fyripartarnar. Manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag góðtóku semingsuppskotið.

 

Tala er um ein eitt ára sátmála.

 

Í høvðusheitunum byggir semjan uppá frádrátt av kvotakeyp kg/ fisk.

 

Har reiðarar fyrr kundu draga alt keyp frá óbýttum, hava partarnir gjørt eina semju um í hvønn mun manningin skal luttaka í kvotakeyp. Umframt eru gjørdar aðrar tillagingar í sáttmálanum.

 

Vinarliga

Manningarfeløgini