* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Semja um norðurlendskan gerðarrætt

Semja er nú fingin um at skipa ein norðurlendskan gerðarrætt, sum skal geva London kapping, tá ósemjur í framtíðini skulu loysast millum sjóvinnufeløg. Ætlanirnar um gerðarrættin hava verið kendar í longri tíð, men nú eru reglurnar gjørdar, skriva Danske Rederier í eini fráboðan.

Nýggi gerðarrætturin fær heimstað í Norra og skal rekast av einum felag, har øll norðurlond vera við. Vónin er, at shippingfeløg fara at loysa sínar ósemjur í norðurlendska gerðarrættinum heldur enn í London, sum í dag er miðdepil fyri málum av slíkum slag.

 "Timingin fyri norðurlendska gerðarrættinum er góð, tí óvist er, um enskir dómar framvegis fara at kunna fremjast á ein effektivan hátt eftir Brexit. Vit fara tí at virka fyri, at møguleikin fyri einum norðurlendskum gerðarrætti finnur veg inn í standardsáttmálarnar, tí tilgongdin í norðurlendskum gerðarætti ikki er nærtil so tung sum í øðrum londum", sigur vinnulívsløgfrøðiligi stjórin í Danske Rederier, Henriette Ingvardsen. 

Ætlanin er, at nýggi gerðarrætturin skal fara til verka næsta ár. Reiðarí og veitarar kunnu síðani loysa sínar trupulleikar umvegis gerðarrættin.

"Ein norðurlendskur gerðarrættur fer at geva donskum sjóvinnuveitarum møguleika at velja Danmark sum støð fyri trætumálum heldur enn maritima gerðarrættin ella dómstólar í London. Ein nýggjur norðurlendskur gerðarrættur fer at stuðla upp undir nýtsluna av hesi loysnini, sum er munandi bíligari enn at fara gjøgnum dómstólarnar," sigur Jenny N. Braat, stjóri í Danske Maritime.

Kelda: shippingwatch.dk