* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Martin Stopford, doktari í búskapi.

Serfrøðingur: Farmavinnan er á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið

Koronafarsóttin kann vera ein nýggjur katalysator at snara skipaferðsluna inn á eina grønari kós, soleiðs at stóru málini hjá IMO at lækka útlátið í 2050 verða rokkin.

 

Tað kom fram á einum webinari fyri sjóvinnuna, sum Maritime Bergen skipaði fyri týsdagin.

 

- Vit eru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið fyri farmavinnuna kring heimin, segði Martin  Stopford, doktari í búskapi.

 

Hann samanbar fleiri av stóru kreppunum í heiminum, sum hava rakt skipaferðsluna í størri ella minni mun. Frá Suez-kreppuni í 1956, umvegis oljukreppuna í 70-unum, fíggjarkreppuna í 2008 og til stóru koronafarsóttina, vit dragast við í dag.

 

- Vit síggja, at aftaná hesar kreppurnar hevur heimshandilin á sjónum í stóran mun vent aftur til tað stigið, hann var á áðrenn kreppurnar, og hevur hildið fram av vaksa, segði Stopford.

 

Hann er skipaferðsluøkonomur og fyrrverandi forseti í Clarkson Research Services. Og hann heldur, at Covid19-farsóttin kann vísa seg at verða katalysatorurin, sum noyðir skipaferðsluna at  gjøgnumføra stórar broytingar, sum skulu til fyri at nærkast málunum hjá IMO um eitt nógv lægri útlát í 2050.

 

Martin Stopford sær fyri sær tríggjar møguleikar. Møguleiki 1 er mest optimistiski møguleikin:

 

Alheims handilin fer at fylgja pandemiini í Kina. Eftir truplari ár í 2020 og 2021 fer skipaferðslan aftur til tað vanliga, og fer at vaksa við í miðal 3,2 prosentum um árið frá 2020 til 2025.

 

Møguleiki 3 er svartskygdasti møguleikin:

 

Trupulleikarnir hjá vinnuni fara at halda fram við einum djúpum búskaparligum lágkonjunkturi og einum falli í farmavinnuni á sjónum uppá 15 prosent áðrenn 2024. Og árligi vøksturin verður bara 0,7 prosent næstu 30 árini.

 

Kelda: Skipsrevyen