* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Serskip leitar eftir gimsteinum á havbotninum

Heimsins størsta og mest framkomna skip at leita eftir gimsteinum og savna inn royndir úr havbotninum, SS Nujoma, er júst tikið í brúk út fyri Namibia. Tað 1 miljard krónur dýra skipið er fyrsta av seks skipum av sama slag, sum Debmarine Namibia hevur bílagt.

Leitingin eftir gimsteinum á havbotninum út fyri Namibia fer fram á 120 – 140 metra dýpi. Framkomna útgerðin umborð á skipinum er før fyri at staðseta gimsteinarnar, sum eru millum teir fínastu í heiminum, á havbotninum og í løgum beint undir botninum.

SS Nujoma tekur síðani royndir úr havbotninum og kortleggur fundið til seinni gagnnýtslu. Innihaldið verður sogið upp, og síðani verða gimsteinarnir skildir frá. Síðani verður restin av innihaldinum sendur aftur til botns. Sí videoina niðanfyri.

Tað 113 metrar langa námsskipið, ið m.a. er útgjørt við tyrlulendingarplássi, er bygt á Ulsteinvik skipasmiðjuni í Norra og hevur eina manning upp á 80. De Beers Group hevur staðið fyri menningini av framkomnu námsteknisku útgerðini hjá skipinum.

Debmarine Namibia er eitt jointventure millum namibiska statin og hollendska De Beers Group.

Kelda: De Beers Group

Fakta: SS Nujoma

IMO: 9761918
MMSI: 659441000
Call Sign: V5NJ
Flag: Namibia [NA]
AIS Vessel Type: Cargo
Gross Tonnage: 7971
Deadweight: 5155 t
Length Overall x Breadth Extreme: 112m × 22m

Kelda: Marinetraffic.com