* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sersmíðað reikferðaskip til Galapagosoyggjar

Fína ella ekslusiva amerikanska reiðaríið við reikferðaskipum, Celebrity Cruises, hevur tikið nýggjasta skip teirra, Celebrity Flora, í nýtslu. Hetta er fyrsta reikferðaskipið, ið er sersmíðað til Galapagosoyggjar, sum eru  heimskendar fyri sítt einastandandi djóralív.

 

Reikferðaskipið hevur pláss fyri 100 ferðafólkum, og tað er mest loyvda talið á ferðafólkum, sum stjórnin í Ekvador góðkennir.

 

Celebrity Cruises er kent fyri høgu góðskuna og samsvarandi høgar kostnaðir. Kostnaðurin fyri at vitja Galapagosoyggjar við Celebrety Flora byrjar við 10.000 dollarum, sum er slakar 70.000 krónur, og hann hækkar, alt eftir hvussu leingi, tú ynskir at vera við, og hvussu tú vilt búgva umborð. Afturfyri er alt íroknað kostnaðin.

 

Celebrety Flora er við í OceanScope-programminum, og er tí útgjørt við sensorum, sum alla tíðina máta eina rúgvu av viðurskiftum, millum annað hitan í sjónum.

 

Kelda: Maritime Danmark