* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Seabed Constructor hevði seks framkomnar minikavbátar við í leitingini eftir malaysiska flogfarinum.

Serútgjørt norskt skip gevst at leita eftir flogfari

Serútgjørda norska skipið, sum hevur verið við í leitingini í Indiahavinum eftir horvna ferðafólkaflogfarinum hjá Malaysia Airlines, er givið at leita, og setur nú kósina heim.

 

Malaysia Airlines-flogfarið MH370 hvarv á veg frá Kuala Lumpur til Bejing í mars 2014. Umborð á flogfarinum vóru 239 fólk.

 

Sjálvt flogfarið er ongantíð funnið, men smærri vrakrestir vórðu funnar, og tá varð leitingin avmarkað til eitt 25.000 ferkilometrar øki í Indiahavinum. Seinni varð økið víðkað til 112.000 ferkilometrar.

 

Avstralia, Malaysia og Kina steðgaðu sínum parti av leitingini eftir flogfarinum í januar í 2017, men trýst frá teimum avvarðandi fekk londini at taka upp aftur leitingina í ár.

 

Tríggir mánaðir

Malaysia gav amerikanska felagnum, Ocean Infinity, eitt tríggjar mánaðar loyvi at leita eftir horvna flogfarinum, og lovaði 420 milliónir krónur, um flogfarið varð funnið.

 

Ocean Infinity leigaði serútgjørda norska frálandsskipið, Seabed Constructor, frá Swire Seabed í Bergen. Skipið var gjørt út við seks framkomnum Hugin-minikavbátum, sum Kongsberg Maritime í Horten hevur framleitt. Minikavbátarnir kunnu leita niður í 6.000 metra dýpi.

 

Seabed Constructor hevur síðani leitað á havbotninum í øllum 112.000 ferkilometrar økinum, men uttan at finna nakað sum helst, ið stavar frá MH370.

 

Eitt vónbrot

Oliver Plunkett, leiðari hjá Ocean Infinity, dylir ikki, at hetta var eitt stórt vónbrot.

 

- Tað, sum fekk okkum at taka leitingina uppaftur, var vónin um at geva nøkrum av teimum avvarðandi svar. Tí er tað við tungum hjarta, at vit steðga leitingini uttan úrslit, sigur hann.

 

Eitt umboðsfólk fyri familjurnar hjá teimum, ið doyðu í vanlukkuni, takkar Ocean Infinity fyri royndina at finna horvna flogfarið.

 

- Vit eru sera takksom fyri royndina, sigur Grace Nathan, sum sjálv misti mammu sína í flogvanlukkuni.

 

Kelda: E24