* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Shanghai framvegis heimsins størsti havnarbýur

Ein nýggj uppgerð yvir heimsins størstu havnarbýir, mált í farmanøgdum í tonsum um árið, vísir, at Shanghai framvegis er tann størsti, men havnin missir ondina við negativum vøkstri seinastu fimm árini. Avstralsk havn er hæddarleypari á einum topp-20 lista við bert trimum ikki asiatiskum havnum á.

Tað er IHS Markit Ports and Terminals, ið hevur gjørt uppgerðina yvir heimsins størstu havnir, mált á farmanøgdunum í tonsum um árið. Hæddarleyparin á listanum er avstralska Port Hedland, ið er vaksin við 143 pst. úr 199 mió. tonsum í 2011 til 484,5 mió. tons í 2016.

Einasta havnin við negativum vøkstri seinastu fimm árini er fremsta havnin á listanum, Shanghai, sum við 700 mió. tonsum í 2016 liggur 4 pst. undir støðinum í 2011.

Millum havnirnar, sum eftir avstralsku Port Hedland eru vaksnar mest, koma fýra kinesiskar havnir á rað, Zhoushan við einum vøkstri upp á 93 pst, Caofeidian við 70 pst., Tangshan, 63 pst. og Suzhou, 51 pst.

Á topp-20 listanum er bert vorðið pláss til tríggjar havnir uttan fyri Asia. Avstralski hæddarleyparin Port Hedland á einum 9. plássi, Rotterdam á einum 10. plássi og Port of South Louisiana í USA á einum 16. plássi. 

Kelda: maritimedanmark.dk