
Shell er á veg at siga upp meira enn 200 starvsfólk í Norra, upplýsir fakfelagið hjá oljuarbeiðarunum, SAFE. Shell ætlar at niðurleggja 75 føst størv og 156 sáttmálasett, tí verkætlanir á Nyhamna-anlegginum og Draugen økinum í Norskahavinum eru um at vera lidnar. Sambært fakfelagnum verða 90 meðarbeiðarar sendir heim av Nyhamna, harav 75 byggifrøðingar. Ikki er greitt, hvussu býtið er á Draugen, skrivar Offshore Energy Today, sum hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Shell, ið ikki hevur vent aftur eftir áheitanina. |