* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Síðsta oljufelagið farið úr Grønlandi

Sum tað síðsta hevur Cairn Energy, sum annars hevur brúkt miljardir upp á royndarboringar, endað sítt virksemi í Vesturgrønlandi. Sostatt eru bert leitingarloyvi eftir í landnyrðingspartinum av Grønlandi.

Skotska Cairn Energy kom, sá og satsaði stórt. Men nú hava tey sagt endaliga farvæl og eru farin til aðrar fjálgari leiðir, eftir at hava brúkt 6,7 miljardir krónur upp á átta turrar royndarboringar í Baffinflógvanum í 2010 og 2011.

Sostatt er síðsta oljufelagið, ið vónaði at finna olju framvið grønlendsku vesturstrondini, horvið.

Frammanundan hava millum onnur Shell, Maersk Oil, ConocoPhillips, Statoil, Dong og franska GDF Suez givið skarvin yvir seinastu árini, í takt við at oljuprísurin hevur lagt seg í eina fasta legu á umleið 50 dollarum fyri tunnuna, undir helvtina av prísinum, tá alt sá so ljósareytt út.

-Øll eru givin. Síðsta loyvið hjá Cairn Energy hevur verið undir innlating síðsta hálvaannað árið. Vit hava sjálvandi kannað, hvat ið skuldi til at fáa tey at verða verandi, men tað hevur verið negativt allan vegin ígjøgnum, sigur stjórin í grønlendsku deildini fyri ráevni, Jørgen Hammeken Holm, við Sermitsiaq.

Nýtt útbjóðingarumfar

Grønlendska Sjálvstýrið fyrireikar nú eitt nýtt útbjóðingarumfar av somu loyvum, sum heimsins størstu oljufelag hava vrakað.

Freistin at bjóða upp á Baffinflógvan er 15. desember.

Eykaágóðin hjá møguligum nýggjum feløgum er, at tey fáa kanningarnar hjá undanfeløgunum ókeypis.

Aðrar "gularøtur" er hinvegin ikki talan um.

Kelda: sermitsiaq.gl