* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska frálandsreiðaríið Siem Offshore ætlar at leingja freistina á tveimum lánum og skriva út nýggj partabrøv fyri eina trísiffraða miljónaupphædd. Tað upplýsir felagið í tveimum fráboðanum til keypsskálan í Oslo.

Ítøkiliga ætlar reiðaríið at leingja gildistíðina á tveimum lánsbrævalánum upp á tilsamans 1,3 mia. norskar kr. við sløkum trimum árum. Lánini ganga upprunaliga út í januar 2018 og mars 2019.

Felagið ætlar samstundis støðugt at lækka rentuna á báðum lánunum, stendur í uppskotinum, sum kann lesast á heimasíðuni hjá reiðarínum.

Lánsbrævaeigararnir skulu nú taka støðu til uppskotið á einum fundi, sum kallað verður inn til í næstum.

Umframt at leingja gildistíðina á lánunum, ætlar felagið eisini at útskriva nýggj partabrøv fyri útivið 190 mió. norskar kr. til ein kurs upp á 1,9 norska kr. fyri hvørt partabræv.

Ikki er greitt, hvat Siem Offshore ætlar at brúka pengarnar til. Tó er greitt, at norski frálandsmarknaðurin hevur verið óvanliga hart kroystur seinastu árini, og millum annað hevur havt við sær, at ein stór konsolidering fer fram í løtuni, sum ríkmenninir Kjell Inge Røkke og John Fredriksen standa á odda fyri.

Siem Offshore royndi sjálvt at gera eina avtalu við kappingarneytan Farstad, men varð ístaðin yvirhálað innanfyri av júst Røkke og Fredriksen.

Kelda: shippingwatch.dk